Keypstreytir

ÚTKOYRING

Allir pakkar vera sendir við Posta og vera leveraðir innan 1-2 gerandisdagar.

 

AFUTRSENDINGARRÆTTUR

Angrar tú keypið, ella er støddin skeiv, Kanst tú lata vøruna inn aftur innan 14 dagar. Tað kanst tú gera við at senda pakkan aftur. Vit heita eisini á teg, um at senda ein teldupost til kundatænastuna á handil@ki.fo. Sendir tú pakkan, verður peningurin fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag. 



STOVNA BRÚKARA
Keypir tú eina vøru frá okkum, er lættast um tú stovnar tær ein brúkara, men hetta er ikki ein treyt. Tú upplýsir navn, bústað, teldupost og tlf. nummar og velur tær eitt loyniorð. Hetta verður so goymt, og næstuferð tú keypir á nethandlinum, sleppur tú undan at seta allar upplýsinganar inn av nýggjum, tað einasta tú skal minnast er teldupost og loyniorð.

*Um tú ynskir at strika teg sum brúkara ella ikki ynskir tíðinadabrøv frá okkum, sendur tú ein teldupost á handil@ki.fo og vit strika tín brúkara.

 

GÁVUKORT
Tá ið tú keypir eitt gávukort á nethandlinum, vel upphædd og set eina teldupostadressu í, gávukortið verður síðani sent við telduposti og vit senda eitt gávubræv til tann, ið tú ynskir skal hava gávukortið.
Umframt hetta verður ein teldupostur sendur, við fráboðan um at gávukortið við einari gávukortkotu, sum skal nýtast tá ið keypt verður á nethandlinum handil.ki.fo.

 

UMBÝTINGARRÆTTUR
Vøran kann umbýtast innan 14 dagar, um hon er í samað standi, sum tá hon varð keypt.
Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, verður ein tilgóðarseðil latin. Tú kanst eisini býta um til aðra vøru.
Um jólini er serligur umbýtingarrættur, ið er galdandi frá 1. november til og við fyrsta mikudag í nýggja árinum.

Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á. 
 


REKLAMATIÓN – ER VØRAN IKKI Í RÆTTAÐ STANDI
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja, ella senda ein teldupost til kundatænastuna á handil@ki.fo. 

 

Fyrivarni
Fyrivarni skal takast fyri prís og lagurvillum



GJALDING
Vit taka bert í móti gjaldskortum á nethandlinum. Ongin sær hetta, og tað 100% trygt at keypa frá okkum.
Vit taka í móti fylgjandi kortum:

  • Dankort
  • Visa
  • Visa - Dankort 
  • MasterCard
  • Visa Electron

 

Í gjaldsgongdini skalt tú útfylla fylgjandi: Kreditkortnummar, lokadag (útleypsdato) og gátal (kontrolcifre).

Og rindar tú við gávukortið, skalt tú seta gávukortkotuna í teigin "avsláttarkota/gávukort".

Útfyllur tú ikki hesi, kunnu vit hjá KÍ ikki fremja tíni keyp. Næst trýstur tú á góðkent, og peningur verur tikin av tíni konto, og tú fært ein faktura sendandi við telduposti. Um tú ongan faktura móttekur, kann feilur verða í upplýstu teldupostadressu. Set teg í samband við okkum við at senda ein teldupost á handil@ki.fo.


Eru ivamál ella tú hevur trupulleikar við at keypa á síðuni, set teg í samband við okkum við at senda ein teldupost á handil@ki.fo.