Bóltspøl millum Klakk & Kjøl 1

79,00 DKK

Vanligur prísur 280,00 DKK


Bóltspøl millum Klakk og Kjøl - KÍ 1904-1954


Goymslustøða: Á goymslu
stk.

Bóltspøl millum Klakk og Kjøl - KÍ 1904-1954


Hetta fyrsta bindið í søgurøðini um KÍ, snýr seg um fyrstu 50 árini frá 1904 til 1954. Bókin er 330 síður í átta høvuðspørtum:
1. partur: Stovningarár og virkisfýsni (1904-1913)
2. partur: Eitt bakkast, men hingið verður í (1914-1923)
3. partur: Roynt verður at kveikja lív aftur í felagið (1924-1929)
4. partur: Føroyska Bóltspælsambandið og ”Stjørnan”verða stovnað (1930-1932)
5. partur: Yngri kreftir taka við (1933-1941)
6. partur: Fimm FM-heiti (1942-45)
7. partur: Miðal- og dreingjadeildin standa seg væl (1946-1951)
8. partur: Trý gylt ár (1952-1954)

Bókin er skrivað út frá fyrstu gerðabókum felagsins og teirri søgubók, sum John Reid Bjartalíð, sáli, fór at føra felagsins vegna tíðliga í 1940-árunum. Harumframt hevur verið kagað í bløð og bøkur, og høvundurin hevur prátað við fleiri av teimum, sum minnast umstøður og hendingar frá um 1930 og upp til okkara dagar.

Í bókini eru um 170 myndir, m.a. eru allir nevndarlimir felagsins hesi fyrstu fimmti árini avmyndaðir. Aftast eru eisini lýsingar av dyggastu stuðulsleikarunum árini fram móti 50-ára degnum.

 

Forlag: Klaksvíkar Ítróttarfelag
Útgávuár: 2009
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-823-0-7
Rithøvundi: Árni Dahl
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 332

Kundar, ið hava keypt hesa vøru hava eisini keypt