Bóltspøl millum Klakk & Kjøl 2

79,00 DKK

Vanligur prísur 399,00 DKK


Bóltspøl millum Klakk & Kjøl - KÍ 1955-1974


Goymslustøða: Á goymslu
stk.

Bóltspøl millum Klakk & Kjøl - KÍ 1955-1974


Onnur bók, sum fevnir um tey tjúgu árini frá 1955 til 1974, lá greið til útgávu í januar 2012, men trongu fíggjarligu vánirnar gjørdu, at verkevnið varð seinkað, men nú eru allar forðingar beindar av vegnum, og hóskvøldið 21. februar verður bókin løgd fram.
Henda bókin er 415 síður
Bókin er skrivað út frá gerðabókum felagsins og teirri søgubók, sum John Reid Bjartalíð, sáli, fór at føra felagsins vegna tíðliga í 1940-árunum. Harumframt hevur verið kagað í bløð og bøkur, og høvundurin hevur prátað við fleiri av teimum, sum vóru virkin hetta tíðarskeiðið, bókin fevnir um.

Í bókini eru um 240 myndir, m.a. eru allir nevndarlimir felagsins hesi árini 1955-1974 avmyndaðir. Aftast eru eisini lýsingar og myndir av dyggastu stuðulsleikarunum árini fram móti 70-ára degnum.

Høvundurin Árni Dahl sigur, at fótbóltur enn var aðalgreinin hetta tjúgu ára skeiðið, har meistaradeildarliðið vann snøggliga helmingin av FM-heitunum, men genturnar, sum mannaðu Stjørnuna, bygdu seinast í fimmtiárunum upp eitt dygdar kvinnulið, sum av álvara gjørdi vart við seg. Hetta er eisini tíðin, tá ið felagið sum tað fyrsta í Føroyum evnaði at byggja snotiligt felagshús og síðani ítróttahøll. Sagt verður eisini frá ítróttaferðum til Danmarkar, Orknoyggja og Íslands.

Fyritøkan Grafia v.Jastrid Gulaksen hevur brotið bókina um, og Estra hevur prentað.


Forlag: Klaksvíkar Ítróttarfelag
Útgávuár: 2013
Prísur: 399.00
ISBN: 978-99918-823-1-4
Rithøvundi: Árni Dahl
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 415

Kundar, ið hava keypt hesa vøru hava eisini keypt