KÍ Kvinnur bók 2023

200,00 DKK


Aftur í ár eru tær fremsta kvinnuliðið í fótbólti. Síðan 2000 hava tær bláu úr Klaksvík verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini. Oftari enn 20 ferðir hava tær staðið ovast á pallinum og tikið ímóti føroyameistarasteypinum – uttan at missa eitt einasta stig.

Men hvussu ber tað til, at KÍ-kvinnurnar koma í metbókina hjá Guinness og fáa so góð úrslit ár eftir ár? Svarið er einfalt: tær eru dugnaligir spælarar hvør sær og saman. Góða samanhaldið gevur teimum ein sterkan vilja at vinna hvønn dyst og at stríðast til síðsta bríksl.

Nú er bók skrivað um tær kulu og bláu kvinnurnar. Tað er Páll Holm Johannesen, sum hevur skrivað. Bókin er krabbabók, og tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, sum geva út.


Goymslustøða: Á goymslu
stk.